Lutakast um, hvussu spælast skal í úrvalskappingini hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur verið í Nyon í Sveis. Eisini er nú greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini skulu spæla ímóti í heyst, tá fyrsta undanumfar til EM 2018 er á skránni
Fyrr í ár eydnaðist tað føroyska U17-landsliðnum við dreingjum at spæla seg víðari úr fyrsta undanumfari í undankappingini til EM. Týsdagin var so lutakast í Nyon í Sveis um, hvussu spælast skal í úrvalskappingini, kappingin fyri londini, ið spældu seg víðari úr fyrsta undanumfari, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 8 saman við Írlandi, Kypros og Slovakia.

– Fyri okkum var hetta eitt gott lutakast, og tað skal eingin ivi vera um, at vit fara eftir møguleikanum, at spæla okkum víðari. Men vit vita eisini væl, at tað verður torført, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Fótbóltssamband Føroya bjóðaði seg fram at hýsa kappingini, sum verður frá 15. til 20. mars. Men av tí at Kypros eisini bjóðaði seg fram, mátti lutakast til, og tá drógu kypriotar longra stráðið.

Úrvalskappingin verður skipað soleiðis, at bólkavinnararnir og sjey teir bestu 2’ararnir, umframt vertslandið Kroatia, fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í mai mánaða komandi ár.

– Fyrireikingarnar til úrvalskappingina byrja beinanvegin, og nú ræður um, at allir, ið hava aldur til U17-landsliðið, taka hesa avbjóðing í størsta álvara. Fyrstu tríggjar mánaðirnar av komandi ár fara vit at hava nógv fleiri landsliðsvenjingar enn vanligt, tí tað ræður veruliga um, at vit skulu vera so væl fyrireikaðir sum tilber, tá vit fara til Kypros at spæla, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.

Umframt lutakast til úrvalskappingin fyri U17, varð lutakast eisini um, hvussu spælast skal í fyrsta undanumfari í EM-kappingunum fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum, sum verða í heyst.

Har komu U17-dreingirnir í bólk 4 saman við Russlandi, Finnlandi og Íslandi. Kappingin verður í Finnlandi frá 27. september til 3. oktober.

Hjá U19-landsliðnum endaði tað við, at Føroyar komu í bólk 8 saman við Onglandi, Bulgaria og Íslandi. Bulgaria verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld í døgunum 8. til 14. november.