Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi. Mótstøðuliðið var Luksemborg, sum vann 1-0

– Eg eri ótrúliga keddur vegna spælararnar, sum stríddust fyrimyndarliga. Vit blivu eisini heilt greitt snýttir fyri eitt brotsspark, og fingu reytt kort ímóti okkum, sum ikki var í lagi. At Luksemborg so skoraði í yvirtíðini, høvdu okkara dreingir avgjørt ikki uppiborið, sigur Thomas Thinggaard, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í UEFA menningarkapping, sum í hesum døgum er á skránni í Norðurírlandi. Mótstøðuliðið var Luksemborg, sum skoraði einsamalla málið í dystinum, tá tveir minuttir vóru spældir av yvirtíðini.

 

– Vit vóru spælstýrandi allan fyrra hálvleik, og størsta partin av seinna hálvleiki. So innsatsurin var í lagi og góðkendur, sigur Thomas Thinggaard.

 

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður fríggjadagin, tá Kosovo er mótstøðuliðið.

 

FØROYAR

Dánjal Danielsen – Noah Mneney, Børge Petersen, Ári Arge og Tórur Joensen – Gulak Jacobsen, Jónas Warner, Olaf Hansen og Kristian Hentze – Ingolf Tvørfoss – Gilli Róason.

 

Í seinna hálvleiki komu Bergur Poulsen, Jens Erik Bruhn og Súni Hansen á vøllin.