VIDEO: Her ber til at síggja EM-landsdystin fyri U17-landslið við dreingjum ímillum Skotland og Føroyar. Eftir málleysan fyrra hálvleik, gjørdist úrslitið 2-0 til skotar

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum framdu eitt megnar avrik ímóti Skotlandi í fyrsta dystinum til EM-endaspælið í Kroatia. Samstundis var hetta fyrsti dystur, ið nakað føroyskt landslið hevur spælt í einum endaspæli.

 

Tá liðini fóru til hálvleik stóð á jøvnum 0-0, og henda støða helt sær til tjúgu minuttir vóru eftir at spæla. Tá eydnaðist innskifta Innes Cameron at leggja skotar á odda, og átta minuttir seinni skoraði Jack Hitchison til 2-0, sum gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska liðnum verður leygardagin 6. mai, tá Fraklandi er mótstøðuliðið. Tann dysturin verður vístur beinleiðis á Eurosport 2, og verður floytaður í gongd klokkan 11:00, føroyska tíð.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja allan dystin ímillum Skotland og Føroyar. Frásøgumaður er Tróndur Arge, og viðmerkjari er Eli Hentze.