Fríggjadagin eydnaðist U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 1-1 ímóti Kýpros. Eitt gott úrslit, men alíkavæl er Andrias Edmundsson ikki ordiliga nøgdur við tað eina stigið
– Teir (red. Kýpros) vóru væl fyri tekniskt, og dugdu væl at leggja trýst á okkum. Teir høvdu eisini bóltin nakað meir enn vit, men eg haldi ikki, at teir nakrantíð blivu ordiliga farligir frammanfyri okkara mál
– Samanumtikið haldi eg at vit høvdu teir størri kjansirnar, og tí eri eg bara hampuliga væl nøgdur við tað eina stigið ímóti Kýpros, sigur Andrias Edmundsson, vinstri bakkurin á U17-landsliðnum við dreingjum.
Eftir tvey umfør í næstu innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-dreingir, er støðan tann, at um føroyska liðið vinnur seinasta dystin, sum er ímóti Slovakia, samstundis sum Írland ikki tapur ímóti Kýpros, so fara Føroyar, saman við Írlandi, til EM-endaspælið í summar.
Úrslit
Írland – Føroyar 4-0
Slovakia – Kýpros 2-1
Kýpros – Føroyar 0-0
Slovakia – Írland 0-1
Støðan
Írland 6 stig
Slovakia 3 stig
Kýpros 1 stig (-1)
Føroyar 1 stig (-4)
– Dysturin ímóti Slovakia verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva. Men vit halda fokus, og trúgva uppá, at tað ber til, sigur Andrias Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.
Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.
Andrias Edmundsson (nr. 2) á veg inn til landsdyst ímóti Kýpros – Mynd: Hans Erik Danielsen