Thomas Thinggaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til komandi menningarkapping, sum verður í Slovenia frá 17. til 25. apríl
– Vit síggja við spenningi fram ímóti, at hesir dreingirnir skulu royna seg á altjóða pallinum. Soleiðis sigur Thomas Thinggaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, sum frá 17. til 25. apríl skal taka lut í UEFA Menningarkapping í Slovenia.
Umframt Føroyar og Slovenia, verða Litava og Luksemborg eisini við í kappingina.
Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferðir, hevur venjarin, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze, sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til kappingina.
U16-hópurin sær soleiðis út
Fríðálvur Klakk, KÍ
Peter Bergmann Hansen, Kerteminde/OB (DEN)
Ludvík Breckmann, B36
Regin í Geil Jacobsen, HB
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Sámal Jákup Jóhannusarson, B36
Petur Ovi Dam, HB
Pætur Eliasen, B36
Tórur Joensen, HB
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Jákup Højgaard, B68
Jóhann H. Joensen, B36
Jonn Johannesen, KÍ
Áki Hentze, B36
Jónas Warner, B36
Gulak Jacobsen, KÍ
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Leivur Guttesen, HB
– Eg eri sera væl nøgdur við hópin. Talan er um 18 góðar spælarar, sum eg eri sannførdur um kunnu fremja nøkur góð avrik fyri Føroyar, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.