Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar hava úttikið føroyska U16-hópin við dreingjum, sum frá 2. til 10. august skal taka lut í árligu NM-kappingini, sum í ár verður í Finnlandi
Venjararnir hjá U16-landsliðnum við dreingjum, Áki Johansen og Pól F. Joensen hava nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til árligu NM-kappingina. Í ár verður kappingin spæld í Helsinki í Finnlandi frá 3. til 9. august.

Umframt Føroyar og øll hini norðanlondini, vera Kypros og Montenegro eisini við í kappingini sum gestaluttakarar.

Føroyski U16-hópurin til NM 2016 sær soleiðis út:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur E. Petersen, Valur (ICE)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Fróði P. Rasmussen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Hanus Sørensen, HB
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Steffan Løkin, NSÍ
Lukas G. Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Jógvan Petersen, HB
Bjarti V. Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Filip í Liða, AB
Tórur Jacobsen, KÍ
Elias Moustage, AaB Ålborg (DEN)
Sveinur Lava Olsen, HB
Pól Jákup Lundsbjerg, NSÍ

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður mikudagin 3. august, tá Svøríki er mótstøðuliðið á Kontula Leikvøllinum í Helsinki. Fríggjadagin 5. august verður aftur spælt á Kontula Leikvøllinum, og tá skulu okkara royna seg ímóti Íslandi, meðan triðji og seinasti dystur í bólkaspælinum verður sunnudagin 7. august, tá føroyska liðið skal spæla ímóti Montenegro á Lohja Leikvøllinum í Helsinki.

Plaseringsdystirnar eru á skránni týsdagin 9. august, og dagin eftir, mikudagin 10. august, setir føroyska ferðalagið kós ímóti Føroyum.