Í dag byrjar UEFA menningarkappingin fyri U16-landslið við gentum, sum Fótbóltssamband Føroyar er vertur fyri. Luttakandi londini eru Føroyar, Ísland, Norðurírland og Wales
Klokkan 13.00 spæla Wales og Ísland á Tórsvølli, og klokkan 16.00 skulu føroysku genturnar royna seg ímóti Norðurírlandi. Tann dysturin verður eisini á Tórsvølli.
Jan Mølvad er saman við Báru Skaale Klakstein venjari hjá føroyska U16-landsliðnum, og hann sigur, at genturnar hava fingið íblástur frá avrikunum hjá føroyska U-16 dreingja-landsliðnum, sum fekk góð úrslit í síni kapping og endaði við fýra stigum.
– Vit hava avtalað, at okkara hugburður skal vera líka góður, sum tann vit sóu hjá dreingjunum. Hóast hetta er fyrsti altjóða dysturin hjá teimum flestu gentunum, so hevur venjaratoymið lagt dent á, at tað er týdningarmikið, at tær tora at spæla, tá vit hava bóltin, sigur Jan Mølvad við fsf.fo.
Allir dystirnir í UEFA menningarkappingini fyri U16-landslið við gentum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum fer at stroyma beinleiðis av Tórsvølli.
Føroyska liðið fer at spæla við 4-5-1 skipan. Hesar byrja inni:
Ingun Kristina Persson, málverji (B36)
Poula Andreasen, vinstri bakkur (HB)
Birita Bergsdóttur Nielsen, miðverji (B68)
Amanda Johannessen, miðverji, (KÍ)
Sarita Maria Mittfoss, høgri bakkur (B36)
Erla Christiansen, sentralur miðvøllur (KÍ)
Odny Lind Jakobsen, sentralur miðvøllur (B68)
Tóra Mohr, álopssinnaður miðvøllur (KÍ)
Julia Naomi Mortensen, høgri vongur (TB)
Evy á Lakjuni, vinstri vongur (KÍ)
Lea Hansen, álop (HB)
Skráin fyri kappingina:
Hósdagin 23. apríl:
Klokkan 13:00: Wales – Ísland, Tórsvøllur
Klokkan 16:00 Føroyar – Norðurírland, Tórsvøllur
Fríggjadagin 24. apríl:
Klokkan 13:00 Norðurírland – Ísland, Tórsvøllur
Klokkan 16:00 Føroyar – Wales, Tórsvøllur
Sunnudagin 26. apríl:
Klokkan 10.00 Norðurírland – Wales, Ovari vøllur í Gundadali
Klokkan 10.00 Ísland – Føroyar, Tórsvøllur