Við einum stórspælandi Bárði á Reynatrøð í málinum, eydnaðist tað føroyska U16-landsliðnum við dreingjum at vinna fyrsta dystin í menningarkappingini í Lettlandi
Føroyska U16-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Riga í Lettlandi, vann fyrsta dystin í kappingini. Úrslitið gjørdist 5-4 til Føroyar, eftir brotssparkskapping.
Menningarkappingarnar eru skipaðar soleiðis, at endar dysturin við javnleiki, skal ein vinnari finnast við brotssparkskapping.
Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 0-0. Síðani varð farið beinleiðis til brotssparkskappingina, og við einum stórspælandi Bárði á Reynatrøð gjørdist úrslitið 5-4 til Føroyar.
Tað stóð annars nógv á, og fyrstu løtuna høvdu okkara dreingir torført við at fáa mál úr ellivu metrum. Men Bárður helt føroyska liðnum inni í dystinum, og tá avtornaði bjargaði føroyski málverjin trimum av teimum sjey skotunum hjá lettum.
Talan var annars um ein javnan dyst, har tað kortini vóru okkara, ið høvdu teir størru málmøguleikarnar. Næsti dystur í kappingini verður hósdagin , tá føroyska liðið skal spæla ímóti Norðurírlandi.
Skráin
3. mai: Lettland – Føroyar
4. mai: Norðurírland – Føroyar
7. mai: Føroyar – Estland