Í døgunum 12. til 21. oktober skal U16-landsliðið við dreingjum á eina heldur longri ferð. Túrurin gongur til Bangladesj, har liðið skal spæla móti Bangladesj, Kambodja og Maldivoyggjunum

Bangladesj, Maldivoyggjarnar og Kambodja vera mótstøðuliðini, tá føroyska U16-landsliðið við dreingjum fer á eina heldur øðrvísi ferð í oktober mánað. Túrurin gongur til Dhaka í Bangladesj, har liðið skal spæla tríggjar dystir á Bangabandhu National Stadion.

 

– Vit fingu ein fyrispurning frá UEFA, um at vera við í “UEFA Assist átakinum,” ið hevur til endamáls, at lond í Europa samstarva við lond í øðrum heimspartum, og í hesum føri er talan um trý lond í Asia.

 

– Síðani hava vit kannað ymisk viðurskifti, og hava nú tikið avgerð um at senda U16-landsliðið við dreingjum til eina kapping, har vit skulu spæla móti Bangladesj, Maldivoyggjunum og Kambodja. Hetta er eitt sindur øðrvísi, í mun til hvat vit eru von við, men kann vónandi geva okkum nógv, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

 

Talan er um dreingir, sum eru føddir í 2004. Sostatt er talan um yngra árgangin á U17-landsliðnum, og tað verður tí eitt U16-landslið, ið fer avstað, við Áka Johansen sum venjara.

 

– Hetta er ein spennandi og øðrvísi avbjóðing, ið nú stendur fyri framman. Men hetta er eisini góð fyrireiking til teir, sum væntandi koma at mynda U17-landsliðið komandi ár, Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.