Føroyska U16-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í menningarkapping í Slovenia, tapti fyrsta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Litava, og úrslitið gjørdist 2-0 til litavar
Mikudagin spældi føroyska U16-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Sovenia. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Luksemborg eisini við í kappingini.
Í fyrsta dystinum skuldu okkara dreingir royna seg ímóti Litava. Nógvur vindur var eftir vøllinum, og tað órógvaði spælið eitt sindur fyri báðar partar. Fimm minuttir fyri hálvleik kom Litava á odda við góðum langskoti, og tíggju minuttir eftir hvíldina øktu litavar til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
– Okkara verjuspæl í fyrra hálvleiki var gott, og teir (red. Litava) komu ikki til nakað nevnivert av møguleikum. Tíverri missa vit bóltin av skjótt, tá hann er vunnin, og tað er nakað, sum vit skulu arbeiða við, og gera betri, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.
Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin klokkan 15:00, og tá verða tað slovenar, ið taka ímóti. Dysturin millum Slovenia og Luksemborg endaði 1-0 til vertirnar.
Myndir: Eli Hentze