Øssur Hansen, U15-landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska hópin, sum seinni í hesum mánaðinum skal spæla tveir venjingardystir ímóti íslendska U15-landsliðnum

Í døgunum 27. til 30. oktober fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Ísland, har tveir venjingardystir ímóti íslendska U15-landsliðnum eru á skránni.

 

Fyrri dysturin verður í Egilshøllini í Reykjavík fríggjadagin 27. oktober klokkan 20:00, meðan seinni dysturin verður spældur í Akraneshøllini sunnudagin klokkan 14:00.

 

Øssur Hansen er venjari hjá føroyska U15-landsliðnum, og nú er greitt, hvørjir teir 18 spælarar eru, ið skulu dystast við íslendingar.

 

Hópurin

Eyðbjørn Østergaard, B36

Bogi Hentze, B71

Bergur Poulsen, Víkingur

Brian Slyne, HB

Mortan Samson, KÍ

Olaf Bárðursson, Víkingur

Poul Kallsberg, Skála

Dávid Matras, KÍ

Heini F. Sørensen, HB

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Súni Hansen, NSÍ

Hans J. Arngrímsson, Víkingur

Jákup H. Hansen, HIK (DEN)

Mattias Weihe Joensen, B36

Jørgin Nielsen, NSÍ

Pætur Sørensen, Víkingur

Kristin Jansson, AB

Áki Samuelsen, HB

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjamorgunin 27. oktober, og verður aftur á klettunum seinnapartin mánadagin 30. oktober.