Seinni í hesum mánaðinum fer U15-landsliðið við dreingjum til Brøndby Cup í Danmark. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vónandi kunnu dreingirnir mennast enn meira í tílíkari kapping
Eli Hentze og Hegga Samuelsen eru venjarar hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í ár hevur tvær avbjóðingar fyri framman. Beint eftir ólavsøku og næstu fimm dagarnar er Brøndby Cup 2016 á skránni, og í september kemur sveisiska U15-landsliðið til Føroyar at spæla tveir venjingardystir ímóti okkara dreingjum.
– Fyrireikingarnar til Brøndby Cup hava gingið væl. Vit hava havt regluligar venjingar síðani november mánaða í fjør, og rættuliga nógvir spælarar hava verið til úttøkuvenjingar, sigur Eli Hentze, venjari.
Hetta er fimta árið, at U15-dreingirnir fara at taka lut í Brøndby Cup í Danmark, sum í ár verður frá 30. juli til 3. august. Hvørja fer eitt føroyskt landslið fer á vøllin, vilja venjarar og spælarar altíð stríðast fyri einum føroyskum sigri. Men í sovorðnum kappingum er endamálið eisini at menna okkara spælarar, og tí er tað ikki av alstórum týdningi, at føroyska liðið vinnur kappingina. Tó so, ein mennist eisini av at vinna.
– Eitt góðtikið úrslit er, at allir spælarar og leiðarar í hópinum gera sítt allar besta til hvørja venjing og hvønn dyst. Har afturat vilja vit spæla á ein hátt, ið vónandi ger, at okkara ungu dreingir mennast sum fótbóltsspælarar, og á tann hátt ætla vit at røkka góðum úrslitum í framtíðini, sigur Eli Hentze.
U15-hópurin til Brøndby Cup 2016
Bjarke Ejlskov Danielsen, Vejle BK (DEN)
Dánial Danielsen, NSÍ
Alvi Jespersen, B71
Noah Mneney, ÍF
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Jóhan Joensen, B36
Filip Fuglø, Víkingur
Samuel J. Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Tórur Joensen, HB
Jónas Warner, B71
Meinhard Janusarsson, NSÍ
Kristian K. Hentze, B71
John Johannesen, KÍ
Leivur F. Guttesen, HB
Gulak A. Jacobsen, KÍ
Gutti D. Olsen, EB/Streymur
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjamorgunin 29. juli, og verður heima aftur seinnapartin mikudagin 3. august.
Myndir: Hans Erik Danielsen