Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í Brøndby Cup. Úrslitið ímóti AB gjørdist 4-0 til danska mótstøðuliðið
Liðið, ið gagnnýtir málmøguleikarnar, vinnur sum oftast, og soleiðis kunnu vit skjótt taka saman um fyrsta dystin í Brøndby Cup 2016 hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum.

Sjálvt um okkara høvdu bóltin meginpartin av tíðini, so vóru tað donsku dreingirnir úr AB, ið fingu málini, og vunnu til endans 4-0, eftir málleysan fyrra hálvleik.

– Hetta var sjálvandi ikki akkurát tað, ið vit ætlaðu. Kortini er nógv, sum vit kunnu taka við okkum frá hesum dystinum, tí stóra partin av tíðini stýrdu vit spælinum. Tíverri taka vit ikki av møguleikunum í avgerandi løtum, og tað vórðu vit straffaðir fyri ímóti dystarenda, tá teir fingu fýra mál, sigur Eli Hentze, landsliðsvenjari.

Næsti dystur í Brøndby Cup hjá føroysku dreingjunum verður sunnudagin klokkan 19:00 á vølli 5. Dysturin var upprunaliga á skrá klokkan 13:45, men FC Helsingør ynskti at fáa dystin fluttan, og tað er eftirlíkað.

Myndir