Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í bólkaspælinum í Esbjerg Elite Cup. Úrslitið gjørdist 4-0 til Lyngby BK
Tað gingu bara tjúgu sekund, so lá bólturin í føroyska málinum. Jú, okkara dreingir fingu ein veruligan hvøkk beinanvegin, tá triðja og seinasta umfar í bólkaspælinum í Esbjerg Elite Cup 2017 varð spælt fyrrapartin fríggjadagin.
Mótstøðuliðið hesaferð var Lyngdby BK, við fyrrverandi B36-venjarin, Dann Brimsvík við stýrisvølin. Og Hr. Brimsvík var ikki blíður við sínar landsmenn, tí tá danski dómarin floytaði fyri seinastu fer, var støðan 4-0 til Lyngdby.
Seinasti dystur hjá føroyska U15-liðnum verður spældur tíðliga leygarmorgunin. Tá skulu okkara dreingir royna seg ímóti einum liði sum eitur A27, ið er samstarv millum trý lið úr Keypmannahavnar-umráðnum.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið.