Føroysku U15-landsliðini við gentum og dreingjum hava fingið góð úrslit í fyrstu dystunum í Brøndby Cup í Danmark
Tríggir stórsigrar og eitt tepurt tap hevur úrtøkan higartil verið fyri føroysku U15-landsliðini við gentum og dreingjum, sum í hesum døgum taka lut í Brøndby Cup í Danmark.

Genturnar løgdu fyri leygardagin við at vinna ein tryggan 4-2 sigur á U15-liðnum hjá Brøndby. Málskjúttar vóru Emma Hansdóttir, ið skoraði tvær ferðir, meðan Julia N. Mortensen og Sólvá S. Olsen skoraðu hvør sítt mál.

Næstu dystur hjá føroysku gentunum varð spældur sunnudagin, tá okkara royndu seg ímóti U17-liðnum hjá Brøndby. Og aftur hesaferð var eingin ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist 5-2 til Føroyar. Føroysku málini gjørdu Vár Miðberg, Sólvá S. Olsen, Emma Hansdóttir, Jensa Tórálvsdóttir og Julia N. Mortensen.

Myndir frá dystinum síggjast HER

Hjá U15-landsliðnum við dreingjum hevur eisini gingið væl. Fyrsti dystur var ímóti FDS Suomi úr Finnlandi, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 7-0 sigur til Føroyar. Victor Oliver Møberg og Elias Gilstone skoraðu tvey mál í part, meðan Stefan Løkin, Petur Ovi Dam og Andrias Edmundsson gjørdu hvør sítt.

Í næsta dystinum hjá U15-liðnum við dreingjum var mótstøðuliðið FC Midtjylland, og longu eftir 10 sekund var støðan 1-0 til FCM, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Talan var annars um ein javnan dyst, ið saktans kundi enda við føroykum sigri.

Triðja umfar í Brøndby Cup verður spælt mánadagin.

Í FSF Varpinum niðanfyri eru øll málini í 7-0 sigirinum á FDS Suomi.