Øssur Hansen, venjari hevur úttikið føroyska U15-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 23. til 28. mai skal til Esbjerg Elite Cup

Øssur Hansen, ið nú stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 28. mai skal til Danmarkar at taka lut í Esbjerg Elite Cup.

 

Talan er um eina sterka kapping, har serliga lið úr øllum norðanlondum og øðrum norðureuropeiskum londum luttaka.

 

Teir 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Eyðbjørn Østergaard, B36

Fayo Kruse, EB/Streymur

Poul Kallsberg, Skála

Emil Weihe Joensen, TB/FCS/Royn

Mattias W. Joensen, B36

Bogi Hentze, B71

Jørgin Nielsen, NSÍ

Súni Hansen, NSÍ

Kristin Jansson, AB

Pætur McLeod Jacobsen, HB

Bryan Slyne, HB

Heini Fossdalsá Sørensen, HB

Áki Samuelsen, HB

Samuel Chukwudi, HB

David Matras, KÍ

Pætur Sørensen, Víkingur

Bergur Poulsen, Víkingur

Jákup Helt Hansen, HIK (DEN)