13. og 15. september skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir ímóti Sveis. Dystirnir verða á Tórsvølli og við Djúpumýru í Klaksvík
Føroyska U15-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg í næstum, tá sveisiska U15-landsliðið kemur til Føroyar at spæla tveir venjingardystir.
Fyrri dysturin verður við Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 13. september, og tveir dagar seinni, hósdagin 15. september spæla liðini á Tórsvølli.
– Hetta verður ein stór avbjóðing, og um hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA fyri A-landslið sæst, at Sveis er nummar 18 í heiminum. Tí er einki at ivast í, at okkara dreingir av álvara sleppa at royna seg, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Teir 18 spælararnir, ið U15-landsliðsvenjararnir hava úttikið til dystin ímóti Sveis, eru hesir:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dánial Danielsen, NSÍ
Regin í Geil Jakobsen, HB
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Tórur F. Joensen, HB
Meinhard D. Geyti, NSÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Áki Hentze, 07 Vestur
Jónas Warner, B71
Símun Sólheim, HB
Kristian K. Hentze, B71
Petur Ovi Dam, HB
Leivur F. Guttesen, HB
Bárður Ó. Jensen, B68
Oddur í H. Petersen, 07 Vestur