Føroyska U15-landsliðið við dreingjum spældi javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Mattias Weihe Joensen og Súni Hansen skoraðu málini fyri Føroyar
Mikudagin spældi føroyska U15-landsliðið við dreingjum javnleik 3-3 í fyrsta dystinum í Esbjerg Elite Cup. Føroysku málskjúttarnir vóru Mattias Weihe Joensen, sum gjørdi tvey mál, og Súni Hansen. Tað var annars ikki fyrr enn í seinastu løtu, at javnleikurin kom í hús.
Mótstøðuliðið, sum var Haderslev FK, kom á odda 1-0, 2-1 og 3-2, men okkara dreingir góvu ongantíð skarvin yvir. Mattias Weihe Joensen javnaði til 1-1, Súni Hansen skoraði til 2-2, og tá ein minuttur var farin út yvir vanligu leiktíðina, var Mattias aftur upp á spæl, og javnaði til 3-3.
Esbjerg Elite Cup er ein sterk kapping, har bara úrvalslið, ið fáa innbjóðing til kappingina, sleppa at luttaka.
Næsti dystur í kappingini verður hósdagin, og tá skal føroyska liðið spæla ímóti Vejle, meðan triði dystur í bólkaspælinum verður fríggjadagin, tá Lyngby er mótstøðuliðið.