HB vann fyrstu steypakappingina fyri Gentur U13. Í finaluni vann HB 4-1 ímóti 07 Vestur. Fríða M. Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria D. Eystberg og Silja G. Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen

Í ár er fyrstu ferð at Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri steypakapping fyri Gentur U13. HB og 07 Vestur komu í finaluna, sum varð spæld á Tórsvølli mikudagin, og úrslitið gjørdist 4-1 til HB, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum.

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen.

 

Niðanfyri ber til at síggja allan dystin, sum varð stroymdur beinleiðis í FSF Varpinum.