Týska maskinan koyrdi við fullum drøni móti føroyska kvinnulandsliðnum, og tá avtornaði gjørdist úrslitið 11-0 til Týskland

Undan kvinnulandsdystinum millum Týskland og Føroyar var greitt, at føroyska mótstøðan fór at verða sterk, og soleiðis bleiv eisini. Longu í steðginum var støðan 6-0 til týsku kvinnurnar, og tá dómarin floytaði fyri seinastu fer, stóð 11-0 á máltalvuni.

 

At talan er um eitt sterkt týskt kvinnulandslið, sæst aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har USA er nummar 1, meðan Týskland er nummar 2. Í løtuni eru Føroyar nummar 69 á listanum.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um ein mánað, fríggjadagin 24. november, tá útidystur ímóti Slovenia er á skránni.