FSF ynskir við hesum at heita á feløg og avvarðandi at eftirkanna, at øll spæliloyvi eru í lagi, nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman
Um eina lítla viku verður fótbóltsárið 2013 av álvara skotið í gongd, og fyri framman stendur væntandi eitt spennandi kappingarár.
Flestu kappingarnar eru lagdar til rættis, og so er klárt hjá leikarum og leiðarum, og ikki minst áskoðarum, at fara til dyst.
Men fyri at kappingin kann verða avgreidd so smidliga sum tilber, er av stórum týdningi, at ØLL spæliloyvi eru í lagi, ÁÐRENN kappingin byrjar.
Hetta er galdandi fyri allar leikarar, ið luttaka í kapping, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, frá Effodeildini til Gentur U8, bæði í landskapping og steypakapping.
Um øll spæliloyvini eru í lagi, verður ikki neyðugt at avgera dystirnar á skriviborðinum hjá Aganevndini.
Eitt hugskot er, at allir venjarar, líkamikið hvat lið teir venja, kanna eftir, at teirra leikarar hava síni spæliloyvi í lagi.
Um okkurt spæliloyvi ikki er komið í rættlag, áðrenn kappingi fer í gongd, verður viðkomandi venjari biðin um at seta seg í samband við egið felag ella skrivstovuna hjá FSF, so leikari og spæliloyvi kunnu verða skrásett. Við hesum kann leikarin luttaka í dysti og kappingum, uttan at bera ótta fyri, at liðið seinni verður dømt at tapa á skriviborðinum.