Hóast U19 genturnar taptu báðar vinardystirnar móti Estlandi tepurt, so hava tær fingið nógv burtur úr túrinum
Seinastu vikuna hevur U19 landsliðið við gentum verrið í Tallinn og spælt tveir vinadystir móti Estlandi. Báðir dystirnir endaðu við sigrum til heimaliðið; 2-1 í fyrra dystinum og 3-2 í tí seinna. Lív Rúnadóttir skoraði málið í fyrra dystinum við einum sera flottum langskoti, og Malena Olsen skeyt bæði málini í tí seinna dystinum. Estland átti tó munin, tá alt kom til stykkis, men í báðum dystunum helt spenningurin sær heilt til síðsta bríksl.
Talan var sostatt um tveir sera javnar dystir, og serliga tann seinni var góður, sæð við føroyskum brillum.
– Vit vóru leikliga omaná í løtum av tí seinna dystinum. Vit skaptu fleiri góðar støður og málmøguleikar, og vit skora eisini tvey mál. Hinvegin harmast vit um, at Estland kom ov lætt til síni mál, serliga havandi í huga, at vit ikki kendu okkum eins trýstar í seinna dystinum, sum vit gjørdu í tí fyrra, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari.
Hann leggur afturat, at hann hevði unt spælarunum hjá sær eitt betri úrslit, tí tað høvdu tær uppiborið.
– Spælararnir stríddust sera væl og samanspælið var eisini gott í stórum pørtum av dystinum, so vit høvdu so avgjørt uppiborið at fingið meira burturúr, sigur hann.
EM undankapping um ein mánað
Vinardystirnir í Estlandi vóru liður í fyrireikingunum hjá U19 gentunum til EM undankappingina, sum tær skulu spæla í Hvítarusslandi um ein mánaða. Og ta avbjóðingina sær venjarin fram til við spenningi.
– Samanumtikið hava vit fingið nógv burturúr hesum túrinum. Spælararnir hava fingið fleiri altjóða royndir, sum tær kunnu taka við sær víðari, umframt at liðið er ment bæði á og uttanfyri vøllin. So hetta var ein umráðandi partur av fyrireikingunum til EM undankappingina í oktober, og hana gleða vit okkum til, sigur Pætur S. Clementsen at enda.
EM undankappingin hjá U19 gentunum verður spæld í Hvítarusslandi í døgunum 18. – 26. oktober.