Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Kasakstan, sum verða 12. og 17. november
——————
Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánamorgunin setti Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, navn á teir 21 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Kasakstan.
Við aftur í hópinum hesaferð er Andrias Edmundsson, sum spælir við spanska felagnum Aguilas F. C. Korona hevur annars gjørt, at ungi toftamaðurin ikki hevur verið tøkur til U21-landsdystirnar higartil í ár.
Tá spaniólar vóru á vitjan á Tórsvølli fyri góðum mánað síðan, gjørdist úrslitið 2-0 til Spania. Tað endaði eisini við sigri til gestirnar, tá Kasakstan fyri einum ári síðan vitjaði á Svangaskarði. Ta ferðina vunnu kasakar 3-1.
Mikudagin 12. november spæla Spania og Føroyar í Marbella í Spania, og týsdagin 17. november er útidysturin móti Kasakstan á skránni. Dysturin millum Kasakstan og Føroyar verður á Kazhimukan Munaytpasov leikvøllinum í Shymkent.
Hópurin
Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari Olsen, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas F. C. (Spania)
Daniel Johansen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, B68
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Pætur Petersen, HB
Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur