Nú er greitt, hvussu spælt verður í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Millum annað eru tvær grannauppgerðir á skránni

——————

Týskvøldið varð avgjørt við lutakasti, hvussu spælt verður í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya var gestur í sjónvarpsstovuni, har hann dróg tey átta liðini úr glasbollanum.

Og úrslitið av lutakastinum háttaði seg soleiðis, at B36 fekk heimavøll móti AB, Víkingur fær vitjan av TB, NSÍ og Skála hittast við Løkin í Runavík, og á Dungasendi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti HB.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar leygardagin 21. november.