U21: Elias Rasmussen og Janus Svabo Samuelsen eru ikki við í U21-ferðalagnum til Tblisi. Í staðin eru Rói Mørk Hentze og Petur Knudsen boðsendir

Tíðliga mánamorgunin setti føroyska U21-landsliðið kós ímóti Tblisi í Georgia, har EM-undankappingardystur er á skránni komandi hósdag. Men stutt áðrenn fráferð var venjarin, Eli Hentze noyddur at gera tvær broytingar í hópinum.

 

Málverjin, Elias Rasmussen úr Víkingi og miðvallarin í 07 Vestur, Janus Svabo Samuelsen hava smávegis skaðar at dragast við, og teir eru tískil ikki við í ferðalagnum til Georgia.

 

Í staðin hevur U21-venjarin úttikið Róa Mørk Hentze úr B36, og Petur Knudsen úr NSÍ.

 

U21-landsdysturin millum Georgia og Føroyar verður á Tengiz Burjanadze Stadion í Tblisi fríggjadagin 23. mars klokkan 14:00, føroyska tíð.

 

Hópurin
Karstin Hansen, Skála
Rói Mørk Hentze, B36
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Erlendur Magnusson, B36
Benjamin Heinesen, B36
Daniel Johansen, HB
Betuel Hansen, NSÍ
Dan í Soylu, HB
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Jann Julian Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, Thisted (DEN)