Håkan Ericson, landsliðsvenjari hevur framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu móti Turkalandi

——————

Seint sunnukvøldið kom føroyska A-landsliðið við monnum aftur úr Turkalandi, og síðan hevur fult fokus verið á dystin móti Luksemborg, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Og nú ein stórur tími er til avspark, er kunngjørt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan.

Landsliðsvenjararnir hava framt tvær broytingar í uppstillingini, í mun til teir, sum byrjaðu móti Turkalandi farna leygardag. Meinhard Egilsson Olsen avloysir Ára Mohr Jónsson, og í álopinum byrjar Klæmint Andrasson Olsen fyri Patrik Johannesen.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Meinhard Egilsson Olsen, og fremstu menn vera Hallur Hansson og Klæmint Andrasson Olsen.

Bonkurin sær soleiðis út: Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Bjartalíð, Rógvi Baldvinsson, Jákup Biskopstø Andreasen, Hannes Agnarsson og Patrik Johannesen.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Selt verður til dystarbyrjan, sum er klokkan 19:45. Eingin søla verður við dyrnar.