Andrass Johansen og Steffan Løkin hava givið avboð til dystin móti Serbia. Í staðin hevur U21-landsliðsvenjarin sent boð eftir Jóhann Hansson Joensen úr EB/Streymi og Andreas Thomsen úr B36
——————
U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur fingið tvey avboð til EM-undankappingardystin móti Serbia, sum verður á útivølli fríggjadagin 12. november klokkan 17:00, føroyska tíð.
Andrass Johansen úr B36 og Steffan Løkin úr B68 hava smávegis skaðar at dragast við, og meta seg tískil ikki førar fyri at spæla landsdyst í næstum.
Í staðin hevur venjarin úttikið Jóhann Hansson Joensen úr EB/Streymi, og Andreas Thomsen úr B36.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarki Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Renéson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Andreas Thomsen, B36 Tórshavn