Eyðun Klakstein hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Portugal og Hvítarusslandi, sum verða á heimavølli fríggjadagin 11. og týsdagin 15. oktober
Tvær stórar uppgávur, har onnur má kallast at vera risa stór, standa fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum, nú síðsta punktum skal setast fyri hesari EM-undankappingini.
Fríggjadagin 11. oktober klokkan 16:00 spæla Portugal og Føroyar á Djúpumýru í Klaksvík, og nakrar dagar seinni, týsdagin 15. oktober klokkan 17:00 tekur føroyska liðið ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli.
Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, venjari, teir 20, ið eru úttiknir til komandi landsliðsuppgávur. Samanborið við seinasta hóp, eru Jákup Vilhelmsen og Emil Weihe Joensen, ið báðir spæla við EB/Streym, boðsendir hesaferð.
Hópurin
Ari Petersen, KÍ Klaksvík
Jóanes Davidsen, EB/Streymur
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Noah Mneney, HB Tórshavn
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Ejvind Restorf Mouritsen, HB Tórshavn
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Emil Weihe Joensen, EB/Streymur
Jørgen Nielsen, Víkingur
Leivur Fossdal Guttesen, HB Tórshavn
Gutti Dahl-Olsen, B36 Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Tá føroyska U21-landsliðið møtti hvítarussum á útivølli fyri einum stórum ári síðani, vunnu Føroyar 3-2. Stóri maðurin á vøllin ta kvøldið var Jørgen Nielsen, sum skoraði øll trý málini fyri Føroyar.
Móti Portugal gekk hinvegin øðrvísi. Á Estadio de Sao Luis í Faro í Portugal sá leingi út til, at úrslitið fór at gerast ein tepur 1-0 sigur til heimamenninar. Men seinastu minuttirnar skrædnaði, og til endans stóð 4-0 á máltalvuni.