Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar ímóti Ungarn og Rumenia, sum verða í næstum. Tvær broytingar eru í hópinum í mun til seinasta dyst
Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hópin til landsdystirnar ímóti Ungarn og Rumenia, sum verða ávikavist 8. og 11. oktober.
Venjarin hevur framt tvær broytingar í hópinum hesaferð, í mun til teir, ið vórðu úttiknir til dystin ímóti Finnlandi.
Viljormur Davidsen og Andreas Lava Olsen avloysa Erling Jacobsen og Finnur Justinussen.
Teir 23, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Málmenn
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)
Rógvi Baldvinsson, FC Fredericia (DEN)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Gilli Rólantsson Sørensen, AaB Ålborg (DEN)
Miðvallarar
Réne S. Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, Vendsyssel FF (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FC København (DEN)
Framherjar
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)
EM-undankappingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður á Groupama Aréna í Budapest hósdagin 8. oktober, kl. 19:45. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 11. oktober, kl. 17:00 er seinasti dystur í hesari undankappingini á skránni, tá Føroyar og Rumenia spæla á Tórsvølli.
Myndir: Hans Erik Danielsen