Liðið er nú sett til dystin móti Skotlandi, og samanborið við undanfarna dystin eru tvær broytingar í byrjunaruppstillingini


Lene Terp, landsliðsvenjari hevur nú sett liðið til dystarbyrjan móti Skotlandi í kvøld, og samanborið við byrjunaruppstillingina á Tórsvølli í farnu viku, eru tvær broytingar framdar.

Sanna Svarvadal spældi góðar 80 sera krevjandi minuttir á føroyska miðvøllinum móti Spania fyri fáum døgum síðan, og í kvøld byrjar hon á bonkinum við møguleika fyri innskifting seinni í dystinum. Ístaðin er Olga Kristina Hansen nú við frá byrjan, og hetta verður hennara landsdystur nummar 62; saman við Heidi Sevdal er hon tann, sum hevur umboðað kvinnulandsliðið flest ferðir. 

Harumframt er Maria á Lakjuni eisini við frá byrjan í dystinum í kvøld. Av persónligum orsøkum er Lea Lisberg ikki tøk til dystin í Skotlandi, og í hennara stað er 19 ára gamli verjuspælarin komin. 

Tær 11, sum byrja dystin fyri Føroyar eru sostatt: 

Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í verjuni spæla Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss og Ásla Johannesen.

Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Julia Naomi Mortensen manna føroyska miðvøllin, og Maria Biskopstø er aftur í kvøld fremsti spælarin á føroyska liðnum. 

Dysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur á Hampden Park kl. 19.35, og til ber at stroyma dystin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, www.kvf.fo.