Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur gjørt tvær broytingar á liðnum í dag, í mun til seinasta dyst.
Kl. 17.00 føroyska tíð, spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Kýpros í Nations League. Føroyar spæla í League C, og eru í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros. Føroyska kvinnulandsliðið hevur ongantíð áður leikt móti Kýpros.
Tað eru tvær broytingar millum tær sum byrjað, síðani dystin fríggjadagin, tá ið Føroyar taptu 0-1 móti Montenegro.
Verjan verður tann sama. Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á vinstra bakki, meðan Julia Naomi Mortensen verður á høgra bakki.
Á sentrala miðvøllinum byrja Sunniva Willemoes og Eyðvør Klakstein saman við Rúnu Jacobsen, sum avloysir Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, sum er flutt út á høgra kant, meðan Heidi Sevdal aftur í kvøld verður á vinstra kanti. í álopinum verður Malena Olsen, sum fyri fyrstuferð byrjar inni á A-landsliðnum.
Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Lena Olsen, Rebekka Benbakoura, Fridrikka Clementsen, Mona Rasmusdóttir, Rúna Olsen, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen og Sarita Petersen.
Dysturin byrjar kl. 17.00 føroyska tíð og verður vístur á R1 í Televarpinum.