Håkan Ericson og Eli Hentze hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin ímóti Eysturríki, samanborið við 1-1 javnleikin ímóti Moldova farna hósdag
——————
Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Håkan Ericson, venjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan í HM-undankappingardystinum ímóti Eysturríki.
Venjararnir hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini hesaferð, í mun til teir sum byrjaðu í dystinum móti Moldova farna hósdag.
Odmar Færø hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hann verður ikki klárur at møta eysturríkarum. Í hansara stað kemur liðfelagin í KÍ, Heini Vatnsdal. Og í álopinum avloysir málskjúttin í seinasta dysti, Meinhard Olsen, Klæmint Andrasson Olsen.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, brøðurnir Sølvi og Gunnar Vatnhamar, og liðskiparin, Hallur Hansson. Framherjar vera Jóan Simun Edmundsson og Meinhard Olsen.
Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Patrik Johannesen, Tróndur Jensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Dan í Soylu, Klæmint Andrasson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen.
HM-undankappingardysturin á Ernst-Happel stadion í Wien verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð.