Seinni í hesum mánaðinum verður FSF vertur fyri tveimum altjóða UEFA-kappingum. Talan er um U17-landsliðini hjá dreingjum og gentum
Í døgunum 18. til 21. apríl, og aftur frá 23. til 26. apríl verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri tveimum UEFA menningarkappingum fyri U17-landslið hjá dreingjum og gentum.

Luttakandi londini verða Norðurírland, Ísland, Wales og Føroyar. Frá 18. til 21. apríl dystast dreingirnir, og frá 23. til 26. apríl eru tað genturnar, ið fara á vøllin.

Í samband við kappingina, hava U17-venjararnir hjá dreingjum, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 spælararnar:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rói Mørk Hentze, B36
Sjúrður Pauli Chin Nielsen, NSÍ
Svein Knút Mahnussen, Vejle BK (DEN)
Kristian Michelsen, TB
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Fróði P. Rasmussen, B36
Mikal á Reynatrøð, Víkingur
Petur í Túni Petersen, Víkingur
Aron Knudsen, NSÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hugin Samuelsen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Andri Benjaminsen, NSÍ
Albert Theis Nielsen, B1908 (DEN)
Aksel Danielsen, KÍ
Gilli Samuelsen, B36
Niklas Kruse, EB/Streymur
Magnus Skånning Jacobsen, Herfølge BK (DEN)

Skráin (U17 Dreingir)

18. apríl 2015
Kl. 13:00 Wales – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Norðurírland, Tórsvøllur

19. apríl 2015
Kl. 13:00 Norðurírland – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Wales, Tórsvøllur

21. apríl 2015
Kl. 10:00 Norðurírland – Wales, Ovari Vøllur í Gundadali
Kl. 10:00 Ísland – Føroyar, Tórsvøllur

Skráin (U17 Gentur)

23. apríl 2015
Kl. 13:00 Wales – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Norðurírland, Tórsvøllur

24. apríl 2015
Kl. 13:00 Norðurírland – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Wales, Tórsvøllur

26. apríl 2015
Kl. 10:00 Norðurírland – Wales, Ovari Vøllur í Gundadali
Kl. 10:00 Ísland – Føroyar, Tórsvøllur

Úttøkubræv, U17 Dreingir