Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 23 spælarar til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn. Spildurnýggjur í hópinum er málverjin úr EB/Streymi, Trygvi Askham
– Eg hevði øgiliga ringt við at trúgva tí, tá ein starvsfelagi ringdi og ynskti mær tillukku við úttøkuni. Men kenslan er góð, og eg gleði meg ordiliga nógv til at verða partur av hópinum. Og nei, eg vænti ikki spælitíð, men Gunnar og Teitur skulu nokk fáa kapping, sigur ein ovurfegin Trygvi Askham við heimasíðuna hjá FSF.
Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánamorgunin setti Lars Olsen, landsliðsvenjari, navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn. Leygardagin 7. oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og týsdagin 10. oktober spælir føroyska landsliðið á útivølli ímóti Ungarn.
Fimm spælarar hava fingið landsliðsboð hesaferð, sum ikki vóru við seinast, tá Føroyar spældu ímóti Portugal og Andorra. Trygvi Askham avloysir Símun Rógva Hansen, sum er skaddur, meðan hinir fýra eru Sonni Ragnar Nattestad, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen og Hallur Hansson.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Trygvi Askham, EB/Streymur
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Atgongumerkjasølan til heimadystin ímóti Lettlandi, sum verður á Tórsvølli leygardagin 7. oktober klokkan 17:00, hevur gingið væl. Men enn eru eini 450 atgongumerkir eftir, og tey kunnu fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen, [email protected]