Við tveimum málum frá Klæminti Andrasson Olsen vann føroyska A-landsliðið við monnum ein tryggan 2-0 sigur á Andorra í fjórða umfari í UEFA Nations League
——————
Føroyar halda fast um oddasessin í bólki D1 í UEFA Nations League, eftir at føroyska liðið týskvøldið vann ein tryggan 2-0 sigur á heimavølli ímóti Andorra.
Tá 19 minuttir vóru spældir legði Klæmint Andrasson Olsen Føroyar á odda, eftir at Jóannes Bjartalíð og Meinhard Egilsson Olsen høvdu spælt seg væl ígjøgnum í vinstru síðu. Og tá stórur hálvur tími var spældur økti Klæmint um leiðsluni, tá hann setti pannuna á innlegg frá Halli Hansson.
Lítla løtu seinni fingu okkara menn møguleikan at økja til 3-0, tá finski dómarin dømdi brotsspark til Føroyar. Men hesaferð var hepni ikki við føroyska liðskiparanum, sum var settur at skjóta úr ellivu metrum, og tí stóð framvegis 2-0 á máltalvuni tá liðini fóru til hálvleik.
Eftir steðgin hevði føroyska liðið fult tamarhald á dystinum, og tað var nærri við 3-0 og 4-0, enn at Andorra minkaði um munin.
Føroyar hava nú 10 stig, meðan Malta, sum fyrr á degnum vann 1-0 á útivølli móti Lettlandi, hevur 5 stig. Lettar hava 3 stig, eitt meir enn Andorra, sum er aftast í bólkinum við tveimum stigum.
Tann 14. og 17. november verður aftur spælt í UEFA Nations League. 14. november í Lettlandi, og tann 17. november er útidysturin móti Malta á skránni. Sum fyrireiking til dystirnar móti lettum og maltesum, skal føroyska liðið tann 11. november spæla venjingardysti á útivølli móti Litava.