Føroyska landsliðið vann fríggjadagin ein tryggan 2-0 sigur á útivølli ímóti Lettlandi. Málini gjørdu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson
Fríggjakvøldið spældi føroyska landsliðið næsta dystin í undankappingini til HM 2018, og eftir tvey umfør hava Føroyar 4 stig og málmunin 2-0.

Sigurin á Lettlandi var eisini fult uppiborin. Gamaní høvdu lettar bóltin nakað meir enn okkara, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Tó so, í tí eina førinum brast bólturin á stongina aftanfyri Gunnar Nielsen, men sum heild hevði føroyska verjan tamarhald á støðuni.

Fyrra málið kom tá góðir tjúgu minuttir vóru spældir. Sonni Ragnar Nattestad kom at standa væl fyri eftir horna úr høgru, og so var 1-0 til Føroyar.

Næsta málið kom um miðan seinna hálvleik. Hallur Hansson streyk avstað fram eftir vøllinum, og tá hann nærkaðist brotsteigarmarkinum, spældi hann bóltin hegnisliga til Jóan Símun Edmundsson. Føroyski framherjin var tryggur, og so varð 2-0 til Føroyar.

Føroyar hava nú 4 stig eftir tveir dystir. Sveis er á odda í bólkinum við 6 stigum.

Mánadagin 10. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Portugal á Tórsvølli.

Í samband við dystin skipað Atlantic Airways, Føroya Tele og Bakkafrost fyri stórum fjepparatiltaki, sum er fyri alla familjuna. Á skránni verður kappingar við góðum vinningum, live tónleikur, ókeypis matur og mangt annað. Tiltakið byrjar klokkan 18:00.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi – Mynd: Hans Erik Danielsen