Landsliðspakkin við atgongumerkjum til teir tríggjar heimadystirnar hjá Føroyum í nýggju Nations League kappingini hjá UEFA verður settur til sølu fríggjadagin 1. desember klokkan 12:00
Nations League er nýggja kappingin hjá UEFA fyri A-landslið hjá monnum. Í kappingini verða luttakandi londini skipaði í fýra deildir við javnt sterkum liðum, har vinnarin av deildini fær møguleikan at luttaka í sjálvum EM-endaspælinum, sum verður í 2020.
Føroyska landsliðið luttekur í deild D, saman við 15 øðrum londum, ið eru styrkismett ájavnt við Føroyar á styrkislistanum hjá UEFA. Hvør deild verður býtt í fýra bólkar, við fýra londum í hvørjum bólki. Bólkavinnararnir hittast síðani í hálvfinalu og finalu, og vinnarin fer til EM 2020. Dystirnir í bólkaspælinum verða spældir á heysti í 2018.
Komandi ár skulu Føroyar sostatt spæla seks dystir í bólkaspælinum í Nations League – tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli. Tveir dystir verða í september, tveir í oktober og tveir í november 2018.
Lutakastið til Nations League verður 24. januar næsta ár. Men sølan av atgongumerkjum til kappingina byrjar longu fríggjadagin 1. desember klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuna hjá FSF.
Fyrstu atgongumerkini, sum verða sett til sølu, eru sokallaðu ”Nations League Landsliðspakkarnir”, har áskoðarar kunnu tryggja sær sín heilt egna sess á Tórsvølli til teir tríggjar Nations League heimadystirnar, sum verða í 2018.
1.000 ”Nations League Landsliðspakkar” verða settir til sølu, og plássini, ið talan er um, eru á eystaru síðu á Tórsvølli. Áskoðaraøkini eru flokkaði í tveir bólkar, har dýrari Landsliðspakkin kostar 600 kr, meðan hin bíligari kostar 450 kr.
Keyparar av Landsliðspakkanum fáa í fyrstu atløgu e-atgongumerki við heitinum “Landsliðspakkin 2018” sendandi. Eftir lutakastið 24. januar verða nýggj atgongumerki send við upplýsingum um einstøku dystirnar.
Meir kunning um Nations League sæst her: Nations League / youtube.com