Fríggjadagin 28. apríl klokkan 12:00 byrjar atgongumerkjasølan til landsdystin ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. september klokkan 17:00
Atgongumerkini til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnnudagin 3. september klokkan 17:00, verður sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF fríggjadagin kl. 12:00.
Prisurin á atgongumerkjunum
|
Slag |
Bólkur |
Prísur |
|
Kategori 1 |
103, 104, 105 og 106 |
200,00 |
|
Kategori 2 |
107, 108, 116, 117 og 119 |
150,00 |
|
Kategori 3 |
114, 115, 120 og 121 |
100,00 |
Tá keypt verður, skulu nøvn og føðingardagur á øllum atgongumerkjahaldarunum innlesast, og í mesta lagi 5 atgongumerkir er loyvt til hvørt keyp.
Atgongumerki kunnu keypast her: Atgongumerkjasøla / Føroyar – Andorra