Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum NSÍ og B36, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00 á heimasíðuni hjá FSF

Leygardagin 26. august klokkan 19:45 bresta NSÍ og B36 saman í finaluni um Løgmanssteypið. Talan verður uttan iva um ein spennandi dyst, og vónandi og væntandi fara fjeppararnir hjá feløgunum at møta mannsterk á Tórsvølli.

 

Atgongumerkjasølan til steypafinaluna, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

 

Steypafinalan hjá kvinnum, sum í ár verður millum HB og EBS/Skála, verður leygardagin 9. september klokkan 17:30.

 

Nethandilin

 

Skráin fyri steypafinalurnar 2017

25. august

Kl. 19:00

Th. Dam Intersport st. / Dreingir U18

NSÍ – HB

26. august

Kl. 13:00

Cadbury steypið / Dreingir U14

NSÍ – HB

26. august

Kl. 16:00

Blaðberasteypið / Dreingir U16

HB – KÍ

26. august

Kl. 19:45

Løgmanssteypið

B36 – NSÍ

8. september

Kl. 19:00

Mótasteypið / Gentur U17

B68 – EB/Streymur

9. september

Kl. 14:30

Eilif Arge steypið / Gentur U14

07 Vestur – AB/B71

9. september

Kl. 17:30

Steypafinalan, kvinnur

HB – EBS/Skála