Atgongumerkjasølan til landsdystin ímóti Lettlandi, sum verður 7. oktober, letur upp á heimasíðuni hjá FSF fríggjadagin 9. juni klokkan 12:00
Leygardagin 7. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Lettland HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Tá liðini spældu í Lettlandi í oktober mánaða í fjør vunnu Føroyar 2-0, við málum sum Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson skoraðu.
Atgongumerkjasølan til heimadystin hjá Føroyum ímóti lettum er nú klár, og fríggjadagin 9. juni klokkan 12:00, verða fyrstu atgongumerkini sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Kostnaður
Slag | Bólkur | Prísur |
Kategori 1 | 103, 104, 105 og 106 | 200,00 kr. |
Kategori 2 | 107, 108, 116, 117 og 119 | 150,00 kr. |
Kategori 3 | 114, 115, 120 og 121 | 100,00 kr. |
Tá keypt verður, skulu nøvn og føðingardagur á øllum atgongumerkjahaldarunum innlesast, og í mesta lagi 5 atgongumerkir er loyvt til hvørt keyp.
Atgongumerki kunnu keypast her: Atgongumerkjasøla / Føroyar – Lettland
So er bara at vóna, at tað verður ein fullsettur Tórsvøllur tann 7. oktober 2017, so sigurin, sum kom í hús eitt ár frammanundan, kann endurtakast á heimavølli, við hjálp frá føroysku áskoðarunum.