Atgongumerkið til ídnastu landsliðsáskoðararnar, Landsliðskortið, verður sett til sølu mikudagin 16. desember á heimasíðuni hjá FSF
Týsdagin 6. september komandi ár spælir føroyska A-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM, sum verður í Russlandi í 2018. Umframt Ungarn, ið er mótstøðuliðið hendan dagin, eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Sveis, Lettlandi og Andorra. Sambært lutakastinum eru søguliga góðir møguleikar at fáa stig í hesum bólkinum, har Føroyar verða mettar sum fjórðsterkasta liðið.

Men fyri at føroyska liðið skal vinna so nógv stig sum tilber, hava okkara spælarar brúk fyri góðum stuðlum uttanfyri vøllin. Tí fer Fótbóltssambandi Føroya at bjóða trúgvastu landsliðsáskoðarunum møguleikan at tryggja sær fastan sess á Tórsvølli í komandi undankapping. Atgongumerkið, ið er til allar fimm heimadystirnar, verður kallað Landsliðskortið, og verður sett til almenna sølu á heimasíðuni hjá FSF mikudagin 16. desember 2015.

10 prosent av atgongumerkjunum í hvørjum bólki verða seld sum Landsliðskort, og talan er tí um eina rættuliga avmarkaða nøgd av atgongumerkjum, ið nú verða sett til sølu.

Landsliðskortið kostar úr kr. 550,- og kann keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo, frá mikudegnum 16. desember kl. 12:00

Dystir

 

6. september 2016

Føroyar – Ungarn

10. oktober 2016

Føroyar – Portugal

9. juni 2017

Føroyar – Sveis

3. september 2017

Føroyar – Andorra

7. oktober 2017

Føroyar – Lettland

Prísir

 

 

Kategori 1

Bólkar 103, 104, 105 og 106

1.100 kr./stk.

Kategori 2

Bólkar 102, 107, 108, 116, 117 og 119

825 kr./stk.

Kategori 3

Bólkar 114, 115, 120 og 121

550 kr./stk.