FSF Varpið: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen. Og sambært honum, verða tað í øllum føri trý heimalið, ið fáa tað torført í komandi umfari í Betri Deildini hjá monnum

Komandi sunnudag, sum er sunnudagin 22. apríl, verður 7. umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Dystirnir eru hesir: TB/FCS/Royn – HB, KÍ – EB/Streymur, Víkingur – 07 Vestur, B36 – AB og NSÍ – Skála.

 

Og sambært Oddbjørn Joensen, ið er gestir í FSF Varpinum hesaferð, fáa vit tveir heimasigrar, tveir javnleikir og ein útisigur.

 

Dystirnir á Tvøroyri, í Klaksvík, í Gøtu og í Havn byrja klokkan 15:00, meðan dysturin í Runavík millum NSÍ og Skála byrjar klokkan 16:00.