Um nóg góð undirtøka verður, skipar FSF fyri trimum B1-venjaraskeiðum í januar 2016. Skeiðini verða í Havn og í Leirvík
Viðrar og nóg góð undirtøka verður, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri trimum B1-venjaraskeiðum í januar mánaða komandi ár.
Tvey B1-skeið verða í Havn og eitt í Leirvík, har annað skeiðið í Havn er serliga ætlað kvinnum, ið samstundis hava ókeypis atgongd til øll B1-venjaraskeiðini hjá FSF.
Skráin:
15. – 17. januar: Tórshavn
22. – 24. januar: Tórshavn (serliga ætlað kvinnum)
29. – 31. januar: Leirvík
Er tørvur á fleiri skeiðum, vegna góða undirtøku, verður møguleiki fyri tí.
Endamál/innihald:
B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, ið ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.
B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.
Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið, hava rætt til luttøku á B2-skeiðnum, sum verður vikuskiftini 5.-7. og 12.-14. februar 2016.
Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðnum, eru m.a.:
• Fótbóltur, foreldur og felag
• Leikarin/barnið
• Venjing og dystur
• Venjarin/ungdómsleiðarin
• Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
• Etikkur og virðisgrundarlag
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl. 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.
Upptøkutreytir:
Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.
Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.
Tó er B1-venjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.
Tilmelding:
Áhugaði kunnu útfylla tilmeldingarskjalið niðanfyri og senda tað til [email protected].
Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 6. januar 2016.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella á tel. 29 19 77.