Gestirnir á Tórsvølli leygarkvøldið vóru sera tryggir á bóltinum, og tá avtornaði fór Kekkia avstað við einum tryggum 3-0 sigri

——————

Hugurin og viljin at stríðast fyri Føroyar, kunnu vit ongantíð taka frá okkara landsliðsspælarum. Í flestu førum, tá veruliga stóð á, blakaðu teir seg í takklingarnar við øllum, ið teir høvdu.

Men mótstøðuliðið á Tórsvølli leygarkvøldið var mannað við góðum bóltspælarum, og teir dugdu eisini sera væl at gera okkara arbeiðsumstøður truplar.

Kekkia legði seg á odda tá 15 minuttir vóru spældir, og beint fyri hálvleik øktu teir um leiðsluna. Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið meir við, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Í staðin varð 3-0 sigurin staðfestur, tá eitt gott korter var eftir at spæla.

Týsdagin skulu okkara menn í eldin aftur, tá Albania kemur á vitjan. Albanar høvdu leygarkvøldið vitjan av Moldova, og úrslitið gjørdist 2-0 til Albania.

Støðan í bólkinum er tann, at Kekkia er fremst við 7 stigum, Pólland og Albania hava 3 stig, Moldova hevur 2, og Føroyar hava 1 stig. Kekkia og Moldova hava spælt tríggjar dystir, meðan Pólland, Albania og Føroyar hava spælt tveir dystir.

Myndir: Finnur Justinussen, Heðin Weihe og Hans Erik Danielsen