Tað endaði 4-0 til heimaliðið á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul. Turkar sótu á meginpartin av spælinum, og sigurin var fult uppiborin
——————
Tað bleiv akkurát líka trupult, sum framman undan væntað, tá turkar tóku ímóti á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul leygarkvøldið. Úrslitið gjørdist 4-0 til Turkaland, sum var á odda við einum í steðginum.
Føroyska liðið var væl við fyrstu løtuna, og meginpartin av fyrra hálvleiki leikaði javnt á, við fáum málmøguleikum til báðar partar. Men beint fyri steðgin fingu turkar hol á, tá Cengiz Under gjørdi tað til 1-0, og tveir minuttir eftir hvíldina økti Halil Dervisoglu um turkisku leiðsluna.
Tað, ið eftir var av dystinum sat Turkaland á meginpartin av spælinum. Men sum heild stóð føroyska verjan væl, og í fleiri førum vísti Gunnar Nielsen framúr málmansspæl. Móti endanum fingu turkar tó tvey mál afturat, og vunnu til endans 4-0. Málskjúttar vóru Serdar Dursun og Merih Demiral.
Í hinum dystinum í okkara bólki vann Luksemborg 2-0 á útivølli móti Litava.
Týsdagin 7. juni verður spælt aftur. Føroyar taka á Tórsvølli móti Luksemborg, meðan litavar fáa vitjan av turkum.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen