Tað gjørdist trupult hjá U17-landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Kroatia. Mótstøðulondini vóru England, Kroatia og Kosovo
——————
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum kom í rættuligt ódnarveður nærum beinanvegin í EM-undankappingini, sum farnu dagarnar hevur verið í Kroatia.
Kappingin byrjaði við einum avsmurningi móti Englandi, sum vann 8-0, og síðani tapti føroyska liðið 6-0 fyri kroatisku vertunum.
– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna – sjálvandi gera vit tað – men vit mugu eisini ásanna, at hetta var sterk mótstøða, ið vit møttu. Men tá tað er sagt, so ræður fyrst og fremst um at menna hesar dreingirnar, og tí hevur úrslitið ikki alt at siga, sjálvt um tað altíð er tungt at tapa.
Tað sigur venjarin hjá U17-dreingjunum, Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Í triðja dystinum í kappingini taptu Føroyar 3-1 fyri Kosovo. Føroyski málskjúttin var Aron Benjaminsen, ið javnaði til 1-1 í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Nú væntaðu tey flestu, at liðini fóru at hvíla seg við hvør sínum máli, men áðrenn dómarin floytaði av, eydnaðist Kosovo at leggja seg á odda 2-1.
England vann bólkin við 9 stigum, Kroatia fekk 6 stig, Kosovo fekk 3, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.