Serfrøðingarnir á heimasíðuni hjá FSF eru aftur til dystin fús í ár, og fyrstur at siga sína beinraknu meining um kappingarárið 2017 í EFFO-deildini, er Tróndur Arge
Dilly ding, dilly dong – landskappingin er her!
Í fjør slapp eg at gera mína stigatalvu eftir 2. umfar. Eg var ikki í iva um, at hetta var ein stórur fyrimunur fyri meg. Eg slapp at síggja tvey umfør, áðrenn dómurin skuldi fella. So hepnir vóru klaksvíkingarnir báðir, Jaaakup Ósá og Loyvur Frederiksen ikki.
Eg havi nú eftirkannað tippingina og má bara ásanna, at antin eri eg ótrúliga vánaligur til at tippa, ella bleiv eg fangaður á skeiva beini í fyrstu umførunum. HB streyka avstað og eg væntaði, at teir fóru at gera um seg, men so var ikki.
Í ár skal eg so tippa fyrst og tað ger nokk heldur einki. Eg orki ikki fyri venjingardystum, tí eg haldi teir siga so lítið um standin á einum liði. So tað mesta av hesum er tipp útfrá upptaktssendingum, práti og greining av hópunum.
Topp fimm tey somu
Tað fái eg ikki nakra virðisløn fyri at tippa, men í hesum Leicester tíðum, so er vandamikið at avskriva nakran. Hvat nú um Skála rakar plett frá byrjan, ella kanska spennandi projektið hjá 07 Vestur sigur spar fimm?
Tá eg nú havi dekkað meg inn, so er ongin ivi um, at tað eru fimm feløg, ið eru væl sterkari enn restin. Tað er topp fimm frá í fjør. Eg havi valt eitt sindur at spæla upp á tað, sum vit vita. Vit vita hvat KÍ, NSÍ og Vikingur kunnu, partvís eisini B36, meðan vit vita ov lítið um HB.
KÍ er mítt boð upp á FM
Eg havi valt at koppað toppinum á, soleiðis at hetta verður árið hjá KÍ í landskappingini. Eg haldi at KÍ prógvaði í fjør, at felagið er í rúkandi framgongd og hópurin sær gott út. Felagið hevur at kalla tveir góðar spælarar til øll plássini, frá málmanninum og út á uttasta vong.
Tilgongdin og frágongdin gongur upp. Svongd verður ikki neuðugt at tosa um, tí Klaksvíkin skríggjar eftir einum FM heitið.
Tó vil eg siga, at eg var ikki imponeraður av dystinum á Tórsvølli móti Víkingi. KÍ tykist hava ávísar trupulleikar at stríðast við, men eg vænti at KÍ ger reint borð móti fleiri av lægru liðnum. So er spurningurin um KÍ framhaldandi klárar at trýsta tey stóru í botn til toppdystirnar. Eg haldi at KÍ hevur tað, sum skal til.
Víkingur á einum virðiligum 2. plássi
Eg havi ringt við at plasera Víking í ár. Vit hava sæð FM vinnarar, sum falla drastiskt árið eftir, og vit hava B36, sum í 2014 og 2015 vinnur FM. Tað er líka til at hugsa, at hetta var seinasti dropin, sum Víkingur kláraði at trýsta úr gomlum monnunum, tá teir vunnu FM, men teir eru eisini treiskir.
Liðið er í stóran mun tað sama, meðan innkomnu spælararnir eru Fróði Benjaminsen og Adeshina Lawal. Liðið skal til at spæla fleiri ungar spælarar inn, og tað kemur at kosta nøkur stig.
Eg seti Víking á annað plássið, men siti eisini við eini kenslu av, at hetta kann blíva eitt vánaligt ár, har geisturin blívur vekk.
NSÍ manglar ein stýrimann
NSÍ er eitt felag við bjartari framtíð. Tað er ikki óhugsandi, at felagið kann halda 60 ára føðingardag sum FM vinnari, men eg haldi framvegis at liðið manglar ein stýrimann í miðverjuni, og kanska eisini ein sterkan miðvallara.
Bárður J. Hansen er ein styrkur fyri liðið, sum nú hevur fleiri bein at standa á, men hann er ikki týpan, sum lyftir liðið í eini trongari støðu.
Nú fáa vit eisini at síggja hvønn týdning Nikolaj Køhlert hevði fyri liðið. Hann gjørdi lítið um seg uttanfyri vøllin, men tóktist avrika væl tá hann spældi.
NSÍ kann vinna FM um alt fløskar seg, men eg vænti teir enn verða ov stuttir í stóru dystunum.
B36 kann hava rakt jackpot
Tórður Thomsen, Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Róaldur Jakobsen og Lukas Cielsewicz eru partur av grundstammuni. Fær Jákup á Borg teir fremstu, millum annað Christian R. Mouritsen, Patrik Johannesen, Hannes Agnarsson og Philip Lund at skjóta mál, so hevur B36 møguleika at vinna FM.
Stóri spurningurin hjá B36 er, hvussu Jákup á Borg taklar at verða blivin venjari. Enn bendir alt á, at tað riggar væl. Eg vænti at byrjanin verður týdningarmiklari fyri B36, enn onkur av hinum topp fimm liðunum.
B36 hevur møguleikan at blíva ein sonn málmaskina við góðum spæli, men enn vita vit ov lítið um venjarin og fremstu spælararnar. Tí lenda teir á fjórða plássi hjá mær.
HB er ókendi faktorurin
Nyggjur venjari, nýggj nevnd og fleiri nýggir spælarar. HB hevur keypt væl inn, men enn vita vit ov lítið til samlaða projektið, til at geva teimum annað enn eitt fimta pláss.
Donsku nøvnini eru stór, men hvussu nógvar dystir spæla Daniel “Elly” Pedersen og Martin Bergvold? Hvussu verður við Alexandar Stankov og hvør skal spæla í miðverjuni, um Jóhan Troest Davidsen ikki er tøkur. Hetta eru alt spurningar, sum vit ikki vita, tí vit hava einki at fyrihalda okkum til.
Tað vit kunnu fyrihalda okkum til er, at Sigfríður S. Clementsen er venjari og hann veit hvat hann vil. Spæla innkomnu spælararnir til sítt besta, meðan menn sum Tróndur Jensen, Jóhan Troest Davidsen, Róku av Fløtum Jespersen, Símun Samuelsen og Levi Hanssen hoppa við á bylgjuna og hava eitt gott kappingarár, so ber ikki til at útiloka HB í FM stríðnum.
Ókendu faktorarnir gera, at HB lendir á fimta plássi hjá mær.
Skála í framgongd
Í fjør fekk eg fleiri ferðir at vita, at Skála fór at standa seg væl. Eg tippaði teir at fara niður, men fór so dyggiliga skeivur, um vit hyggja eftir fyrru hálvu. Við tilgongd av fleiri spælarum, so vænti eg at Skála verður aftur har, sum vit sóu teir í fyrru hálvu í fjør. Venjarin er eisin tann sami.
Tí havi eg sett Skála á eitt sætta pláss – frammanfyri ÍF.
ÍF brýtur upp úr nýggjum
Eftir nøkur góð ár, so er ÍF endað í ongamannalandi. Liðið hevur tó toppað høgt, men eisini tapt onkrar dystir stórt. Í ár sær út til, at hópurin blívur nakað veikari. Støðan er óviss við Clayton Soares, men bæði við og uttan brasilska áleyparan vænti eg, at ÍF fær tað trupult.
Í besta føri eitt sætta pláss sum í fjør, men í ringasta føri kann tað blíva ein dystur um at sleppa undan niðurflyting.
Profilarnir bjarga 07 Vestur
Tilgongdin av Petter Bjørnlund og Ken Fagerberg kann bjarga 07 Vestur, sum eisini hevur Søren Nielsen við í hópinum aftur. Eg havi ein mistanka um, at liðið manglar ein í miðverjuni ella ein stýrimann afturat, men velji at hoppa við upp á nýggja tokið hjá 07 Vestur, sum er fylt við optimismu og trúgv upp á, at tað fer at ganga í ár.
EB/Streymur við Svartaper
Tá eg fór í gongd, so væntaði eg faktist ikki at sundalagsmenn fóru at flyta niður, men nú tá eg havi sett øll hini liðini, so er bara eitt 9. pláss eftir til EB/Streym. Liðið tykist mær ikki so nógv betri enn seinast teir vóru uppi, og fór liðið niður rímiliga greitt.
Meðan 07 Vestur hevur gjørt íløgu í tríggjar útlendskar profilar, so hevur EB/Streymur valt at halda aftur á tí økinum. Arnbjørn Hansen er gott nokk komin aftur, men er tað nokk?
Eg vænti, at avrikini hjá EB/Streymi verða meiri støðug enn tey hjá 07 Vestur, men ivist um tað gevur fleiri stig av sær.
Suðuroyggin nógv at prógva
Eftir langa umhugsingartíð, so rýkur nýggja felagsliðið har suðri niður á aftasta pláss. Eg kenni ikki venjaran, men hoyri at spælararnir lata væl at honum. Tá eg hyggi eftir hópinum, so eru ov nógvir ókendir faktorar. Millum annað útlendsku spælararnir og lyklaspælarar sum Poul Ingason, Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Joensen. Allir hava verið skaddir og óstøðugur í sínum avrikum í fjør.
Eg ynski nýggja liðnum góða eydnu, men sum útgangsstøðið so sær tað ikki gott út.
Eg tippi at endaliga støðan fer at síggja soleiðis út
1. KÍ
2. NSÍ
3. Vikingur
4. B36
5. HB
6. Skála
7. ÍF
8. 07 Vestur
9. EB/Streymur
10. Suðuroyarliðið
1. umfar í EFFO-deildini
NSÍ – EB/Streymur 1
Runavíkingar hava sæð gott út í uppstartinum. Teir eru ungir og svangir. Nakað sum plagar at síggjast aftur í fyrstu umførunum. EB/Streymur er uppflytari og hevur ikki rørt so nógv upp á seg.
Eg vænti eitt NSÍ lið, sum í betri mun er ført fyri at útføra tað, sum venjarin ynskir, enn teir vóru fyrstu umførini í fjør. Hinvegin vænti eg eitt verjukent lið úr sundalagnum, har teir at fáa leikferðina niður.
Hetta er fyrsta umfar og vænti ikki nakran klassiskan stórsigur til NSÍ, men tó ein rímiligan greiðan og til tíðir vælspældan sigur til vespurnar. Eg tippi eini 3-1.
KÍ – Skála 1
Klaksvíkingar tóku eina løtu at koma í gongd í fjør, men í ár sær øðrvísi út. Teir eru væl fyri, men spældu tó ikki væl í stórsteypadystinum. Eg havi ilt við at síggja Skála fáa mál í hesum dystinum, um tað ikki hendir upp á eina umstilling, har miðverjan missur bóltin.
KÍ hevur eisini fleiri kort at spæla upp á, so um tað ikki riggar kunnu tær spæla nøkur onnur kort. Tað síggi eg ikki ordiliga á liðnum hjá Skála. Skorar KÍ fyrst, so er dysturin helst taptur fyri Skála. Eg sigi 2-0.
TB/FCS/Royn – ÍF X
Eg havi so lítið at byggja hesa metingina á, at eg seti bara eitt diplomatiskt X. Felagsliðið í suðuroynni er nýtt á fleiri økjum, meðan fleiri broytingar eru á ÍF liðnum.
Um dysturin var í Fuglafirði, so hevði seg sett ein heimasigur á. Sostatt haldi eg at ÍF hevur munin, men vænti hann verður útjavnaður við tað at dysturin er við Stórá. 1-1, kanska?
Víkingur – B36 1
Eg byggi 1-talið á, at Víkingur veruliga fekk tamarhald á verjupartin móti KÍ. Tað riggaði væl við Fróða Benjaminsen í miðverjuni og miðjan sá gott út. Eisini sær Adeshina Lawal út sum ein spælari, ið kann blívar góður fyri FM vinnararnar.
B36 er nokk tað liðið, sum eg eri mest spentur at síggja, tí teir hava ein spennandi álopspart. Vænti tó, at hann skal spælast saman, áðrenn vit síggja tað besta.
Eg tippi 2-1 til Víking, sum kemur at spæla verjukent, meðan B36 í eini roynd at spæla seg fram verður fangað nakrar ferðir í uppspælinum.
HB – 07 Vestur 1
Nógv er nýtt í HB, men tað hevur eisini givið ein positivan stemning kringt felagið – eins og tað er kring 07 Vestur.
Við útgangsstøði í styrkiniforholdunum millum feløgini, so gevur tað HB fyrimunin til fyrsta dystin. Eg eri als ikki vísur í einum HB sigri, men hann er mest sannlíka útfallið. Um Trygvi Mortensen spælir eins og hann gjørdi á Argjum við AB, so verður talan um eitt kontrakent 07 Vestur lið í Gundadali.
Spurningurin er so hvat HB klárar at koma við. Eg vænti nokk til at vinna dystin við einum máli. Eg tippi 1-0.
Jákup Ósá tippar 1. umfar
TB/FCS/Royn – ÍF X
NSÍ – EB/Streymur 1
HB – 07 Vestur 1
Víkingur – B36 2
KÍ – Skála 1
Leivur Frederiksen tippar 1. umfar
KÍ – Skála 1
TB/FCS/Royn – ÍF X
Víkingur – B36 1
HB – 07 Vestur 1
NSÍ – EB/Streymur 1