NSÍ – B36 2
Eg havi B36 til at vinna oddabrakið í Runavík. B36 hevur góðar royndir móti NSÍ í fjør, og í ár. Ikki tí, NSÍ kundi havt vunnið báðar dystirnar við Løkin í fjør, men endaði við at tapa við einum. Í Gundadali var eingin ivi fyrr í ár, og tað er kanska eitt sindur við tí dystinum, at eg tippi eitt 2-tal.
B36 hevur eina sterka grund í verjuni, meðan álopið í løtuni rakar málið. Tú kundi sagt tað sama um NSÍ eftir sigurin í Fuglafirði, men ÍF er ikki eins gott B36 – hóast ÍF vann á B36.
Eg vænti ein vælspældan dyst, sum kann blíva avgjørdur upp á smálutir. Teir hava tað við at koppa til B36 í Runavík.
1-2/2-3
Víkingur – AB X
Víkingur hevur enn eina ferð blakað eitt FM stríð fyri borð í fyrsta triðinginum. Teir eru nú so langt aftanfyri, at tað verður ótrúliga torført at bjóða teimum fremstu upp til dans.
Er lagið ringt í Leivík og Gøtu, so er tað verri á Argjum. AB hevur framvegis eitt óhugnaliga lágt botnstøðið, men enn í ár manglar eitt vet í toppstøðinum, sum hevur bjargað teimum trý ár upp í slag.
AB hevur tað gott móti Víkingi. Argjamenn hava nú fingið Róa Danielsen aftur, og helst verður Hørður M. Mohr skjótt at síggja aftur í hópinum. Víkingur er favorittur, men tað merkir ikki so nógv í landskappingini í ár. Ein málfátækur javnleikur.
1-1
TB – FC Suðuroy 1
TB vann fyrru grannauppgerðina og kann liva við javnleikinum, men tað er neyvan boðskapurin hjá Pálli í skiftirúminum undan dystinum. Eg havi TB til at hava takið á FC Suðuroy. Avrikini hjá TB eru meiri javnt góð, meðan FC Suðuroy tykist svinga eitt sindur meiri í avrikunum. Tó hava tey verið góð fimm teir seinastu dystirnar.
Eg seti TB at vinna 2-1/3-1 og upplagt at minst eitt reytt kort kemur.
EB/Streymur – ÍF 2
So sum ÍF spældi móti NSÍ og EB/Streymur móti AB, so vinna sundalagsmenn. Eg vænti tó bara ikki, at ÍF spælir eins illa. Teir hava fleiri spælarar við aftur, men tað telur niður, at Bartal Eliasen ikki er við.
1-2
HB – KÍ 2
Nú havi eg nokk vassað longri út enn gott er, men okkurt sigur mær, at KÍ gott kann fáa eitt gott úrslit í Gundadali. Tað fingu teir millum annað móti B36 í fjør. Eisini tykjast teir hava fingið gongd á okkurt.
Tað hevur HB sum so eisini við sigrinum á Víkingi, men megnaðu ikki at fylgja tí upp við Stórá. Megnar KÍ at verja fyri HB spælinum, sum ikki hevur hvat tað nógvu ferðina í ár, so tykist HB hava ein trupulleika við at fáa mál. Hava eitt nú bara fingið eitt mál móti TB í tveimum dytinum, meðan B36 skoraði fýra. B36 vann á KÍ í Gundadali, tí teir megnaðu at loysa KÍ knútin – tað kann blíva trupult fyri HB.
0-1