Viljormur Davidsen verður ikki tøkur til dystin ímóti Grikkalandi. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Einar Tróndargjógv úr NSÍ
Mánadagin fer føroyska A-landsliðið við monnum undir fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli leygardagin 13. juni klokkan 19:45.
Fyrr í vikuni kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari føroyska hópin til dystin móti grikkum, men nú er greitt, at Viljormur Davidsen kortini ikki verður tøkur til undankappingardystin ímóti Grikkalandi.
Viljormur er skaddur, og tí verður ikki mett, at vinstri bakkurin í Vejle verður klárur til landsdyst um eina viku.
Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Einar Tróndargjógv úr NSÍ.
Vinstri bakkurin úr oddaliðnum í EFFO-deildini er ikki heilt ókendur í landsliðshøpi. Frá 2007 til 2011 spældi Einar Tróndargjógv 12 A-landsdystir fyri Føroyar.