Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, hevur kunngjørt hópin, sum fyrst í komandi mánað skal møta Kroatia á útivølli og Grikkalandi á heimavølli
——————
Tvær stórar og ikki minni spennandi EM-uppgávur standa fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum, sum fyrst í komandi mánað skal í eldin aftur.
Fyrri dysturin verður á útivølli móti Kroatia hósdagin 5. september, meðan seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september klokkan 17:30, tá Grikkaland kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.
Samanborið við dystin í mars mánað, tá Føroyar møttu Portugal á útivølli, hevur venjarin, Eyðun Klakstein, framt tríggjar broytingar í hópinum. Jørgen Nielsen er við aftur eftir leikbann, meðan hetta er fyrstu ferð, at Leivur Guttesen úr HB, og Beinir Nolsøe úr NSÍ eru boðsendir til U21-landsliðið.
Í fyrstu atløgu hevur venjarin sent boð eftir 19 spælarum, men møguliga verður ein afturat úttikin seinni í vikuni.
Hópurin
Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ Klaksvík
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Ási Dam, HB Tórshavn
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Ejvind Restorf Mouritsen, HB Tórshavn
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36 Tórshavn
Leivur Fossdal Guttesen, HB Tórshavn
Portugal er fremst í bólkinum við 15 stigum. Nummar 2 og 3 eru Kroatia og Grikkaland við 13 og 11 stigum, og síðani koma Føroyar á 4. plássi við 7 stigum. Nummar 5 og nummar 6 í bólkinum eru Andorra og Hvítarussland, sum hava 3 stig í part.